Tað er rættiliga nógvur vindur av landsynningi í løtuni og Strandferðslan sigur, at tað órógvar siglingingina hjá Reginu Baltica ímillum Suðuroy og Havnina. Strandferðslan sigur í hesum sambandi, at fráferðin, sum skuldi vera úr Havnini klokkan 12.30 og fráferðin, sum skuldi vera av Krambatanga klokkan 15.30 í dag, eru báðar avlýstar.
Hinvegin lýsir Strandferðslan klokkan 18 í dag, nær ið siglingin verður tikin upp aftur.