Sigldi sítt arbeiðspláss úr Føroyum

- Tað kennist undarligt at hava siglt sítt egna arbeiðspláss av landinum, sigur Auðunn Konráðsson, dekkari við Sjúrðarbergi.

Fyrr í kvøld kom Sjúrðarberg, sum JFK í Klaksvík hevur selt russum, til Kirkenes í Norðurnoregi, og tað er partur av manningini, ið hevur siglt við trolaranum, sum nú sigldi skipið sína seinastu ferð úr Føroyum.

 

Ein av manningini, Auðunn Konráðsson, sum í nógv ár var útróðrarmaður, men sum seinastu árini hevur siglt sum dekkari við Sjúrðarbergi, sigur soleiðis úr Noregi við In.fo í kvøld.

 

- Nú er Sjúrðarberg komin á leiðarenda, og hesin kapittulin er nú liðugur. Russisku keypararnir koma í morgin og vit, sum hava ført skipið til Kirkenes, fara heim aftur til Føroya.

 

Auðunn Konráðsson sigur, at tað kennist undarligt at hava siglt sítt egna arbeiðspláss av landinum og ikki at vita, hvat hendir í nærmastu framtíð.

 

- Men, sjálvt um tað svíður at síggja skipið fara, ynskja vit, at Sjúrðarberg fer at roynast nýggju eigarunum líka væl, sum skipið hevur roynst okkum, sigur Auðunn Konráðsson.

 

Hann heldur ikki, at tað verður lætt hjá manningini at fáa ein líknandi kjans aftur. Ringast er hetta fyri teir ungu menninar, sum hava keypt sær íbúð ella hús - ella eru í holt við at byggja.

 

- Vit hava fortjent væl umborð á Sjúrðarbergi, og viðurskiftini umborð hava verið góð, leggur dekkarin, Auðunn Konráðsson, aftrat.