Sigldi á land á Kunoynni

- Bæði bátur og manning komu á Klaksvík í øllum góðum

Stutt eftir midnátt fekk løgreglan boð um, at ein bátur var farin á land á Kunoynni.

 

Talan var um ein útróðrarbát úr Klaksvík, sum var á veg norðureftir framvið Kunoynni, tá ið teir komu ov nær landi og tóku botn.

 

Løgreglan sigur, at menninir, sum við vóru, fingu bátin av aftur við egnari megi og settu kós aftur ímóti Klaksvík. Hol var komið á bátin og nógvur sjógvur kom í hann, men teir kláraðu at halda honum lens við pumpunum.

 

Men tá ið teir komu á Klaksvík, stóð sløkkiliðið fyri teimum og teir fingu lagt eina presending yvir bátin, sum eisini kom fyri holið í skrokkinum, og nú liggur hann við bryggju í Klaksvík.