Í gjáramorgun klokkan 06.57 fekk MRCC-støðin eina fráboðan frá einum manni, ið fortaldi, at hann var steðgaður upp við sínum báti. Hann visti tó ikki reiðiliga at siga, hvar hann var staddur, tá ið hann ringdi.
Av tí at veðrið var heldur keðiligt í gjáramorgun, valdi MRCC-støðin at senda sjóverjuskipið Hvidbjørnen og tyrluna at leita eftir manninum.
- Maðurin visti ikki reiðiliga hvar hann var, tá hann hann vendi sær til okkara. Tað var eisini keðiligt veður og hann var í einum opnum báti, so vit sendu tyrluna at leita, meðan Hvidbjørnen longu var nærhendis, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Um níggju tíðina fann Hvidbjørnen bátin, ið tá lá suður úr Akrabergi.
- Maðurin bleiv tikin umborð á Hvidbjørnen og av tí, at veðrið var so keðiligt eystanfyri, bleiv avgjørt at sleipa bátin til Sumbiar. Sjálvt sleipið tók einar átta tímar, tí neyðugt var at fara varisliga fram í keðiliga veðrinum, sigur vakthavandi.










