Flogbannið í Bretalndi ger, at ferjurnar, sum sigla um Ermasund, hava havt óvanliga nógv ferðafólk. Reiðaríið P&O sigur, at um vikuskiftið fluttu ferjurnar hjá felagnum 11.000 ferðafólk um Ermasund, og tað er nógv meiri enn vanligt.
Tað sama siga tey, sum avgreiða tokini. Eurostar sigur, at 5.000 fólk vóru við tokunum um vikuskiftið, og tað er 33 prosent meiri enn eitt vamnligt vikuskifti.
Bretski samferðslumálaráðharrin, Lord Adonis, segði við blaðið The Guardian í morgun, at øskan úr Íslandi verður helst hangandi í bretska loftrúminum nakrar dagar afturat.