Flotti skreytbáturin Pearl siglir millum Tórshavn og Gøtu á G! Festivalinum
Um tú ikki longu hevur keypt atgongumerki til G! og samstundis býr í høvuðsstaðarøkinum, so kanst tú fyri 1200 kr. fáa bæði atgongumerki og ferðing til festivalin.
Eitt vanligt atgongumerki kostar 1195 kr., so fyri fimm krónur eyka sleppur tú til Gøtu eisini.
Um tú longu hevur atgongumerki, kostar tað 250 kr. hvønn vegin.
Hetta er gott hjá teimum, ið ræðast tunnlar, eru troytt av bussum ella bara vilja njóta ein siglitúr.
Les meiri:
Les meiri um ferðing við Pearl á G! heimasíðuni<a>