Sigfríður: Vit eru millum FM-kandidatarnar

Høvuðsvenjarin fegnast um stórsteypasigurin, sum hann nevnir at verða ein góðan venjingardyst

Tað var ein fegnan høvuðsvenjara hjá Víkingi, Sigfríð Skaale Clementsen, sum Tróndur Arge fekk orðið á, aftaná stórsteypadystin millum HB og Víking, sum Víkingur vann 2-1.

 

Sigfríður iðrar seg um mistakið, sum førdi til málið hjá HB, men fegnaðist samstundis um, at tað eydnaðist at halda HB burtur frá tí mesta. Stórsteypadystin lýsti Sigfríður at verða ein góðan síðsta venjingardyst, áðrenn effodeildin fer í gongd.

 

Spurdur um hann metir, at Víkingur er millum FM-kandidatarnar, svaraði Sigfríður avgjørt: "Ja".

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sigfríð Skaale Clementsen.