Sigfríður fekk fipurspreingin í málrúsi

Betri deildin menn: Venjarin hjá EB/Streymi bleiv so glaður, at hann fekk eina fipurspreinging í baklærið

Tað var spenningur í botnuppgerðini á Argjum um vikuskiftið, tá EB/Streymur var á vitjan. Bæði liðini høvdu nógv brúk fyri stigunum. Tí kom tað væl við hjá Sigfríði S. Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, at hansara menn fingu mál til 2-1 fimm minuttir fyri tíð.

 

Gleðin var so stór, at venjarin fekk eina fipurspreinging, tá hann í gleðisrúsi leyp uppfrá. Hann segði aftaná í samrøðu við Televarpið, at hann føldi beinanvegin at hann fekk eina fipurspreinging.

 

Tað fór kring allan fótbótsheimin, tá Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, kom í somu støðu í farna kappingarári. Spurningurin er nú hvussu leingi Sigfríður S. Clementsen er skaddur? EB/Streymur og AB møtast aftur í komandi umfari.

 

##med2##

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 17160145103548
2 HB18132349123741
3 B3618131440172340
4 Víkingur18103539192033
5 07 Vestur189273229329
6 EB/S1751111532-1716
7 TB1843111241-2915
8 B681835101934-1514
9 ÍF1840141747-3012
10 AB1831141340-2710