- Hetta er tað sama sum at lata útjaðaran sigla sín egna sjógv. Tað er niðurstøðan hjá fólki á útoyggj, nú samgongan ætlar at bjóða privatum at røkja sigling hjá Strandferðsluni.
Útoyggjafelagið hevur verið á fundi við Vinnunevndina hjá Løgtinginum um ætlanina. Felagið sigur, at tað eru nógvar orsøkir til at siga nei til privata strandfarasigling og felagið heitir á Løgtingið um at vísa ætlanini frá sær.
- Ein góð og trygg samferðsla er fyrsta fyritreyt fyri at samfelagið virkar, eisini útoyggjarnar, sigur Útoyggjafelagið.
Og felagið staðfestir, at samferðslan liggur tryggast og best í almennum hondum, við eini greiðari flutningsskyldu. - Tað besta er, um eitt minstamark fyri tænastu eisini er ásett, leggur felagið afturat.
- Ótryggleiki og ótti fer at valda á útoyggj, tá ið málið við samferðsluni ikki verður at røkja eina lívsneyðuga farleið, men at geva fíggjarligt avkast til eitt privat felag.
Felagið sigur, at Mykinesrutan er prógv um, hvussu ósmidligt eitt privat ferðasamband er. - Nógv fólk sleppa ikki í oynna, tí tað ikki er pláss, á fastløgdum túrunum og restina av tíðini røkir báturin egin áhugamál.
- Økt virksemi á útoyggj fer at krevja meira smidleika og størri títtleika, og somu prísir, sum øll onnur í landinum gjalda. Ein privat farleið, fer at viðføra hægri prísir og hetta hevur Mykinesleiðin eisini víst, sigur Útoyggjafelagið. Tað ksotar 120 krónur at sigla til Mykinesar, men á øllum hinum styttri rutunum kostar tað 45 krónur og nú lækkar tað niður í 40 krónur. Felagið sigur, at Strandfeðslan hevur upplýst, at orsøkin til at prísurin til Mykinesar hækkai, var, at rutan skuldi bjóðast út, og eingin vildi hava hana, var prísurin ikki hægri.
Felagið sigur, at skal ferðavinnan á Útoyggj mennast, at títtleiki, hentleiki og prísir, avgerandi. - Farmaflutningur er eitt sera avgerandi lið í samferðsluni. Hetta er ein partur av flutningsskylduni. Hetta er eitt øki, ið má dagførast og bøtast um. Útoyggjarnar eru fámentar og tørva tí øðrvísi skipanir enn á meginøkinum, og einskiljing er ikki ein loysn, sigur Útoyggjafelagið.
Tosið um útveiting, og um at avtaka av flutningsskylduna, er tað saman sum, at samfelagið kastar ábyrgdina frá sær, og letur útjaðaran sigla sín egna sjógv. Hetta vil takað tilverugrundarlagi undan útjaðaranum, sigur Útoyggjafelagið.
|