Føroyska Veðurstovan roknar við, at illsliga kavaveðrið, sum hevur verið í dag, heldur fram í morgin og lutvíst hósdagin
Í kvøld vera 8-13 m/s av norði ella landnyðringi, stundum upp í 18 m/s. Skýggjað og nógv kavaæl. Hitin verður millum 2 hitastig og 2 kuldastig.
Mikudagur: Frískur vindur upp í strúk norðan ella av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, stundum hvassur vindur, 15 m/s. Skýggjað og nógv kavaæl, hitin alt samdøgrið -2 til 2 stig.
Hósdagur: Frískur vindur upp í strúk norðan ella av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, stundum hvassur vindur, 15 m/s. Skiftandi skýloft og kavaæl, hitin alt samdøgrið úr frostmarkinum niður í -4 stig.
Føroyska Veðurstovan roknar við, at frá leygarnáttini og restina av vikuskiftinum verður lýggjari í veðrinum.