Eitt spennandi fótbóltskvøld bíðar NSÍ og KÍ í fyrsta umfari í Europa Conference League undankappingini.
NSÍ tekur klokkan 18 móti finska liðnum, Honka á Svangaskarði. Fyrri dysturin í Helsinki endaði við javnleiki 0-0.
KÍ tekur klokkan 20 móti lettlendska liðnum, RFS á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Talan er um fyrsta evropeiska dystin KÍ spælir á egnum heimavølli. KÍ vann fyrra dystin í Riga 3-2.
Frásøgumennirnir hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig og Tróndur Arge siga beinleiðis frá dystunum á Svangaskarði og í Klaksvík.
Hæddarpunkt og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo











