B36 og 07 Vestur hava havt ein dyst hangandi frá 16. umfari í Betrideildini í fleiri vikur.
Dysturin skuldi upprunaliga spælast ólavsøkudag á ovara vølli í Gundadali, men av tí, at B36 kom í tí gleðiligu støðuna, at teir vunnu seg víðari í Europa League kappingini var dysturin útsettur til 26. september.
FM1 sigur frá dystinum millum B36 og 07 Vestur, ið byrjar klokkan 17.15 seinnapartin. Frásøgumaður verður Tróndur Arge.
In.fo hevur eisini beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.
Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina hjá Tróndi Arge á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.