Í morgin sunnudagin verður ein fimm tíma drúgv fótbóltssending á FM1.
Klokkan 13 til 14 verður fótbóltspanelið frá fríggjadegnum endursent. Gestur er Hans Jørgen Djurhuus.
Klokkan 14 til 15 skipar Petur Asbjørn Lervig fyri upptakt. Gestur verður Andrass Drangastein hjá AB.
Klokkan 15 til 17 siga Tróndur Arge og Hilmar Jan Hansen frá dystunum í niðurflytingarstríðnum. Talan er um dystin úti í Vika á Argjum millum AB og Skála og dystin á Dungasandi í Sørvági millum 07 Vestur og EB/Streym. Fylgt verður við og kunnað verður um gongdina í hinum trimum dystunum, ið eru B36-HB, KÍ-Suðringar og Víkingur-NSÍ. Allir dystirnir byrja klokkan 15.
Klokkan 17.10 til 18 verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni, har m.a. verður prátað við Páll A. Klettskarð (KÍ), Odmar Færø (B36) og Rasmus Nolsøe (HB), og ætlandi eisini umboð fyri NSÍ, Suðringar og Víking.
Øll kunnu lurta eftir FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.









