Illdisposed var stóra navnið á Heavy Holacaust í ár, og bólkurin Noting Less er ein lokalur metalbólkur úr Herning. SIC vóru fyrstir at fara á pallin. Teir vístu beinanvegin, hvat teir vóru komnir fyri at gera: At seta eld á Herning, so at navnið SIC lýsti upp í hvørjum króki.
Veðrið var upp í 30 hitastig og eingin aircondition var í høllini. Bert nøkur opin vindeygu men eingin vindur.
Kvøldið fyri konsertina møtti SIC nógvum ungum fólki, sum vóru sera spent at hoyra føroyska bólkin. Tey vistu at siga, at nógv umrøða hevði verið av SIC og komandi konsertini.
SIC tendraðu forsterkararnar kl: 21:25 og skrúvaðu uppaftur 30 hitastig upp. Umleið 200 fólk vóru møtt upp, og tað var brennandi heitt í høllini. Pallurin var ein tikkandi bumba. Áskoðarafjøldin var í sínum besta, moshpits, pogo og foreverlasting headbanging lagi. Tað var so nógv power, at eftir triðja lag hjá SIC, máttu áskoðararnir halda steðg. Men SIC hildu áfram, og fjøldin kom so uppí aftur.
Eftir konsertina blivu plakatir, t-shirts og sjálvandi eisini fløgan Pandemonium selt og signerað.