SÍ er steypavinnari í gentur 12

SÍ - KÍF 2-0 (25-22, 25-22)

 

Gentur 12 hjá SÍ vunnu í dag ein tepran sigur á gentunum frá Kollafirði. 

Talan gjørdist um sera spennandi dyst, sum leikliga var á sera høgum stigi. 

SÍ kom betur  frá byrjan, men KÍF tók tær aftur, og líkt var til, at KÍF skuldi vinna 1. sett inntil SÍ vann fleiri bóltar á rað og tók settið.

Í 2. settið var SÍ fyri tað mesta á  odda við einum ella tveimum stigum.

Dagsins leikari hjá SÍ varð Anna Katrina í Haraldsstovu og dagsins leikari hjá KÍF varð Hallgerð Mote.

 

##med2##