Showmenn í Mentanarhúsinum

   

2. jólakvøld og nýggjársaftan fara Showmenn at spæla til almennan dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Seinasta mánaðin hevur ikki verið so nógv at hoyrt til Showmenn, men 2. jólakvøld og nýggjársaftan fara teir at spæla til almennan dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. 2. jólakvøld byrjar dansurin kl. 24.00, meðan dyrnar lata upp kl. 01.00 nýggjársaftan.
Teir fýra, sum manna bólkin, eru ikki hvør sum helst, tá ið tað kemur til tónleik. Kim Hansen spælir tangentar og syngur, Jens Marni Hansen spælir guitar og syngur, Jóhannes á Rógvu spælir bass og aftan fyri trummurnar er James Olsen. Og hann man óivað eisini fara at tríva í onkran sangin eisini. Tónleikurin, sum Showmenn spæla, er nýggjur og góður dansitónleikur, ætlaður øllum aldursbólkum.