Shevchenko er nú landsliðsvenjari

Fyrrverandi stjørnuáleyparin hjá Ukreina skal nú verða landsliðsvenjari

Andriy Shevchenko, sum í síni tíð var stór stjørna í AC Milan og á ukreinska landsliðnum, er í dag settur sum nýggjur landsliðsvenjari hjá Ukreina.

 

Tað boðar ukreinska fótbóltssambandið frá í dag.

 

39 ára gamli Shevchenko legði í 2012 skógvarnar á hillina, eftir at hann hevði spælt við feløgum sum Dynamo Kiev, AC Milan og Chelsea.

 

Til EM-endaspælið í summar var Andriy Shevchenko hjálparvenjari á ukreinska landsliðnum. Men eftir at táverandi venjarin, Mykhailo Fomenko, valdi at siga upp eftir endaspælið, er valið altso fallið á Andriy Shevchenko sum nýggjan landsliðsvenjara.