Hóast mong myrk skýggj í alheimsbúskapinum, sum nú eisini røkka okkara leiðum, so eru kortini ljósglottar at hóma. Í farnu viku skrivaðu vit um føroysku alivinnuna, sum hevur vind í seglunum. Og her á landi er enn ein vinna, sum hevur viðrák. Tað er stóra Shefakaðals-verkætlanin hjá Føroya Tele, sum hevur verið í stoypiskeiðini nú í nøkur ár. Talan er um eina risaætlan eftir føroyskum viðurskiftnum – og um eina ætlan, sum setur út í kortið heilt av nýggjum.
Sjálvur Shefakaðalin varð tikin í nýtslu fyrr í ár. Hann skal tryggja telesamskiftið millum Føroyar og umheimin. Men hann kann so nógv meira eisini. Eitt nú kann hann veita eini av heimsins størstu fyritøkum, oljufelagnum BP eina spildurnýggja tænastu.
Klók høvd
Tá Shefaverkætlanin var komin nakað ávegis vóru tað klók høvd hjá FT Net og Føroya Tele, sum sóu ein heilt nýggjan møguleika at fáa nakrar eyka”gevinstir” burtur úr hesum framkomna samskiftiskaðali. Hví ikki fáa oljuleiðir vestan fyri Hetland at knýta seg uppí Shefa og harvið fáa atgongd til eitt nógv meira trygt og bíligari samskiftislið enn at brúka fylgissveinasamskifti, sum kann vera bæði svikaligt og dýrt!
Hetta endaði við, at føroyski Dávid og bretski Goliat settu seg við tekniborðið, og úrslitið hava vit í dag. Eftir at hava lagt ein ískoytiskaðal millum høvuðskaðalin og tær báðar oljuleiðirnar Schiehallion og Clair, hevur Føroya Tele gjørt eina langtíðar avtalu, sum ber í sær, at BP keypir samband við høgum kapasiteti.
Knýta uppí høvuðskaðal
Fyrr í ár vóru ávikavist framleiðsluskipið á Schiehallion-oljufeltinum og oljupallurin Clair knýtt uppí høvuðskaðalin, sum gongur millum Hetland og Føroyar. Síðani hevur sambandið verið royndarkoyrt, og nú koyrir tað bara. Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele og Páll Vesturbú, stjóri í FT Net eru sera fegnir og lættir um hjartað, nú teir eru komnir gjøgnum nálareygað, og BP leiðslan hevur góðtikið verkætlanina. Tað er nevniliga ikki bara sum at siga tað at koma ígjøgnum við nýggjum verkætlanum við eitt stórt oljufelag. Har eru mannagongdirnar sera tungar, ikki minst tá hetta eisini hevur nakað við trygdina at gera. Ikki fyrr enn alt er royndarkoyrt og víst seg at rigga hevur BP givið Føroya Tele grønt ljós at fara út til almenningin við hesum fyri Føroyar stórtíðindum. At hava fingið slíka góðkenning merkir eisini, at nú er vegurin opin fyri Føroya Tele at fara út á heimsmarknaðin við eini vøru, sum er roynd og góðtikin av einum av heimsins størstu oljufeløgum. Samanumtikið nógvir fulltreffarar og góð tíðindi fyri føroyskt vinnulív.
Gagnar eisini brúkarum her
Tað er nevniliga ikki bara fyri Føroya Tele, at hetta eru góð tíðindi. Fyri brúkararnar av eitt nú breiðbandinum hjá Føroya Tele, sum er tryggjað nógv størri orku gjøgnum Shefa, kann hetta eisini vera eitt frambrot, soleiðis at skilja, at sáttmálin við BP kann koma at gera aðrar tænastur hjá føroyskum brúkarum bíligari í framtíðini, nú fleiri eru um at rinda fyri raksturin, umframt sjálva íløguna.
Men henda fyrsta sveinaroyndin á hesum nýggja forrætningsøkinum hjá Føroya Tele kann eisini fara at seta aðrar ringar í sjógvin. Longu nú eru samráðingar við onnur oljufeløg um at fremja líknandi KT- og samskiftisloysnir. Sjálvandi verður hugt at møguleikum millum Føroyar og Hetland, men í løtuni sær tað serstakliga spennandi út í Norðsjónum. Har er oljufelag, sum hevur víst hesi nýggju heildarloysnini áhuga. Páll Vesturbú sigur við Sosialin, at teir hava møguleika at leggja út ískoytiskaðalar frá Shefastøðunum á landi í antin Hetlandi ella Orknoyggjum. Sjálvur Shefakaðalin gongur úr Skotlandi til Orknoyggjar og Hetland og so víðari til Føroya.
FT fremur oyggjamenning
Enn ein gimsteinur er í Shefakrúnini. Hann er nýggja sambandið, sum oyggjabúgvarnir í Orknoyggjum og Hetlandi hava fingið, nú Shefa gongur um teirra oyggjar. Avtala er gjørd við bretsku samskiftisfyritøkuna, BT um at selja kapasitet til hesi oyggjasamfeløgini. Ein uppgáva, sum risastóra BT ikki hevur megnað nóg væl. Við øðrum orðum er føroyski KT- og samskiftisdvørgurin, í hvussu er í altjóða høpi, komin sær uppí gott selskap, nú hann er vorðin týðandi veitari til tvær tær størstu fyritøkurnar í Bretlandi, nevniliga BP og BT.
Kristian Davidsen, stjóri sigur, at hetta er ein sera spennandi tíð fyri Føroya Tele, nú teir kunnu brúka avtaluna við BP til at gera spennandi heildarloysnir til onnur oljufeløg í Norðsjónum og á Atlantsmótinum, tá fleiri felt fara undir framleiðslu har eisini. Kristian Davidsen dylur ikki fyri, at hetta konseptið teir arbeiða við um okkara leiðir, í framtíðini eisini kann verða brúkt aðrastaðni í heiminum.
Errin av fólkunum
-Eg má siga, at eg eri sera errin av okkara fólki, sum hava megnað hesa uppgávuna fyrimyndarliga væl leggur Føroya Telestjórin aftrat og vísir á, at tað hevur verið sera spennandi hjá teimum at arbeiða saman við BP um hesa verkætlanina. Heldur enn at lata onkrum øðrum uppgávuna at samskipa hetta arbeiði, sum tað oftani hendir við størri uppgávum, so hevur Føroya Tele saman við FT Net átikið sær samskipanaruppgávuna og hava so út frá tí gjørt avtalur við ymsar undirveitarar. –Hetta er nakað, sum hevur lært okkum nógv, og sum nú ger okkum nógv betri førar fyri sjálvar at fara út um landoddarnar at bjóða okkum fram. Við sjálvir at hava tikið á okkum samskipan, so hevur tað ment okkara egnu førleikar eins og hetta at hava undir hond at skula leggja ein samskiftiskaðal er vorðin ein partur av okkara egnu ekspertisu siga tveir vælnøgdir Kristian Davidsen og Páll Vesturbú við ein munn.
Íløga uppá 230 mill. kr.
Stóra verkætlanin var upprunaliga mett at kosta 130 mill. kr. Ætlanin var eisini at fáa íslendingar við, men tað varð av ongum. Tí hevur Føroya Tele fíggjað kaðalin sjálvt. Men síðani BP kom inn í myndina er verkætlanin vorðin nógv størri og dýrari. Í dag er samlaði kostnaðurin av allari verkætlanini 230 mill. kr. Harav rindar BP tær 100, umframt nú eisini at gjalda fast gjald fyri nýtslu av kapasiteti.
Talan er so eisini um stóra sparing og frambrot fyri BP. Nú sleppur felagið undan at senda serfrøðingar umborð á pallarnar at gera ymisk arbeiði. Hetta kann nú gerast á skrivstovunum í Aberdeen. Ein annar síðugevinstur fyri BP er tann, at Shefa er við til at skapa betri trivnað fyri manningarnar, sum virka á oljuleiðunum til havs. Og fyri BT í Bretlandi er hetta eisini ein vinningur, nú felagið sjálvt sleppur undan at skula gera íløgur í betri samskiftissamband við oyggjabólkarnar norðanfyri.










