ÍSF: Landslið detta niðurfyri

Seinastu trý árini hevur ítrótturin mist 1,85 milliónir krónur, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF forseti, sum harmast ætlaðu skerjingina upp á eina hálva millión á løgtingsfíggjarlógini fyri komandi ár.

- Tað kom dátt við, tá stjórnin í ÍSF kundi staðfesta, at tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í ítróttafeløgunum kring landið nú skal svíða fyri at fáa Løgtingsfíggjarlógina at hanga saman.

Tað sigur Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF, nú tað er greitt, at politiski myndugleikin ætlar at skerja játtanina til ítróttin.

- Vit standa spyrjandi og undra okkum yvir hugburðin, sum landið vísir við hesum. Tí boðskapurin hongur ikki saman. Tað er rørsluár í ár, har tað eisini frá politiskari síðu verður víst á, hvussu týdningarmikið tað er at fólk røra seg og íðka ítrótt undir skipaðum viðurskiftum, sigur hann.

ÍSF forsetin heldur, at tað tykist sum um, at politiska skipanin als ikki hevur fatað tað ómetaliga stóra virði í tí, sum sjálvboðin innan ítróttalívið kring allar Føroyar gera dag og dagliga. Hann sigur, at í mun til so nógv annað, sum peningur verður játtaður til á løgtingsfíggjarlógini, so er tann hálva milliónin, sum nú verður skorin frá ítróttini piparnøtur, og tað er samlaða upphæddin til ÍSF upp á 4,75 milliónir jú eisini.

Skerjingin í játtanina fer at ganga út yvir ítróttarliga virksemið hjá ÍSF og sersambondunum.

- Vit kunnu rokna við, at landslið detta niðurfyri, og sama er galdandi fyri førleikamennandi skeið av eitt nú venjarum og dómarum, sigur Petur Elias Petersen.