Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgn Hoydal, landstýrismaður við skúlamálum, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og forsetin í ÍSF Elin Heðinsdóttir Joensen, fluttu fram røðu. Heilt nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið.
##med2##
Aftan á móttøkuna varð skipað fyri skrúðgongu, har bæði nú- og fyrrverandi íðkarar luttóku. Tveir Piddar gingu á odda saman við Absaloni Hansen, sum var flaggberi. Gingið var niðan í SMS, har Elin H. Joensen forseti í ÍSF setti framsýningina um søguna hjá ÍSF og oyggleikirnar. Framsýningin er eisini opin í dag og í morgin og í næstu viku.
##med3##
Í morgin, leygardagin 6. apríl, fara ítróttafeløg kring landið at skipa fyri tiltøkum í sambandi við 80 ára dagin. Higartil hava 40 feløg boðað frá at tey hava opið hús. Á heimasíðuni www.isf.fo er yvirlit yvir tiltøkini.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##