Seyðurin er nógv verri fyri, í ár, enn hann var í fjør.
Hetta er tann keðiliga niðurstøðan, sum hvalbingar ikki sleppa uttanum, eftir seyðasýningina leygardagin.
Teir hava fyrr í heyst havt veðrassýning í Hvalba, men leygardgin vóru tað so lombini, sum skuldu sýnast.
? Tað slepst ikki uttanum, at lombini eru nógv verri fyri í ár, enn tey vóru í fjør, sigur Eliesar Poulsen í Hvalba.
Hann hevur verið ein av undangongumonnunum í seyðahaldinum í Hvalba, og tað var hann, sum var ein av stigtakarunum til seyðasýningarnar, sum hava verið fastur táttur í seyðahaldinum í Hvalba nú í nøkur ár.
Hann var eisini ein av fyrireikarunum hesuferð.
Og hann viðgongur, at hann er ikki sørt vónbrotin av seyðinum í ár.
? Lombini eru so nógv verri fyri í ár, enn tey vóru í fjør, sigur Eliesar Poulsen.
Hann sigur, at á sýningini í fjør vóru 86 lomb, og tá fingu 27 lomb fyrstu virðisløn.
Í ár vóru 120 lomb við á sýningini, men tað vóru bara sjey, sum vóru so fræg, at tey vóru mett til at verða verd at fáa fyrstu virðisløn.
Eliesar Poulsen hevur ymsar hugsanir um, hví seyðurin er so nógv verri í ár.
? Árið hevur ikki verið so gott, og tað hevur ivaleyst gjørt sítt.
Men hann heldur eisini, at ein orøsk er, at tey góðu lombini hini árini, eru ikki gjørd til brund, men eru dripin.
?Av teimum sjey fyrstu virðislønunum í ár, átti Eliesar sjálvur ikki minni enn fýra.
? Men hann hevði havt eitt úrvalslamb frá í fjør og ein virðisløntan veðr til brund.
? Og trý av lombunum, hjá Eliesari, sum fingu fyrstu virðisløn, vóru undan teimum.
Hann heldur, at tey, sum hava seyð í Hvalba, mugu nú tosa saman um, at tað ber ikki til, at tey góðu lombini verða dripin.
? Tað hevur sjálvsagt avgerandi týdning fyri seyðin, at brundarnir eru so góðir sum gjørligt, so tað er umráðandi at venda hesi gongdini, har eisini tey bestu lombini verða dripin.
?Er tað ein, sum ikki hevur brúk fyri einum góðum brundi afturat, kann hann læna onkrum øðrum lambið, ella býta um við eitt annað lamb.
Sjálvur hevur hann ein veðr, sum nú skal brunda á triðja ári.
? Næsta ár havi eg so ikki brúk fyri honum aftur, og so kann onkur annar fáa hann, tí ein slíkur veðrur kann saktans brunda í fýra, fimm, ella seks ár.
Eliesar Poulsen heldur, at tað er neyðugt at koma inn á tað leiðina, tí tað eru góðir brundar, sum alt seyðahald byggir á.
Tríggjar úrvalsvirðislønir.
Á sýningini leygardagin, vóru annars tríggjar úrvalsvirðislønir lætnar.
Fyrstu úrvalsvirðisøn fekk Jósvein Ellendersen.
Hann fekk ferðasteyp, sum seyðasýningin sjálv hevur latið, umframt ognarsteyp, sum Sosialurin hevur latið.
Tann, sum vinnur ferðasteypið tríggjar ferðir upp í slag, ella fimm ferðir tilsamans, fær tað til ognar.
Tann, sum hevur vunnið tað oftast, er Hartvig Hammer, sum hevur vunnið tað tríggjar ferðir í alt. Vilmund Mikkelsen og Petur Frits Berg hava vunnið tað hvør sína ferð, og nú vann so Jósvein Ellendersen tað.
Aðru úrvalsvirðisløn fekk Hanna Eyvindsson og hon fekk steyp, sum Dimmalætting hevur latið og triðju úrvalsvirðisløn fekk Rógvi Thomsen og tað steypið hevur Bakkhús hevur latið.