Eins og tvey tey seinastu undanfarnu árini so verður aftur í ár skipað fyri kvøldsetu um Seyð- og seyðahald í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fríggjakvøldið, tann 26. oktober klokkan 19. Hetta er á triðja sinni, hetta tiltak verður.
Frásøgumenn verða:
Pól Annfinn Garðshorn, sigur frá um seyðahald í Elduvík.
Magnus Rasmussen, sigur frá um Lambalíð.
Árant Hansen, sigur frá um seyðahald í Norðagøtu.
Jákup Pauli Johannesen, sigur frá um staðarnøvn og rakstur í Skarðhaga.