Seyðisfjørður í undantaksstøðu

Sambært heimasíðuni - mbl.is - hevur eitt skriðulop rakt fleiri hús á Seyðisfirði seinnapartin í dag.

 

Undantaksstøða er í dag lýst yvir Seyðisfjørð orsakað at skriðulopi, sum seinnapartin í dag hevur rakt fleiri hús í býnum.

Millum húsini, sum eru farin, hevur skriðulopið eisini rakt eini hús, sum hava staðið á grundini í 113 ár.

Sagt verður úr Íslandi, at nú verður roynt at finna út av, um nakar hevur hevur verið staddu inni í húsunum, sum eru farin.

Øll bjargingarfeløg á Eysturlandinum eru biðin at koma til hjálpar, og stór løgreglulið eru eisini komin til Seyðisfjarðar.

Tað er heimasíðan - mbl.is - sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag, og tað er sama heimasíða, sum eigur myndin omanfyri.