seyðauppboðssøla í Tinghúsgarðinum

Leygardagin fáa fólk høvi at keypa sær ein seyð í miðbýnum í Havn. Uppboðssøla verður nevniliga hildin í Tinghúsgarðinum, og Sjúður Skaale og Torbjørn Jacobsen fara at royna seg sum auktionerar.

Í morgin, leygardagin 13. oktober kl. 12:00, verður almenn seyðauppboðssøla í Tinghúsgarðinum í Havn millum Eik Banka og Tingúsið. Seld verða veðrar og veðurlomb úr Toftahaga í Hósvík, og uppboðshaldarar verða tíðindafróðu Sjúrður Skaale og Tórbjørn Jacobsen, sum á sín skemtiliga hátt fara at selja fýrbeintu hósvíkingarnar til hægstbjóðandi.


Fyriskipari er Róðrarfelagið Knørrur í Havn, og innkomni peningurin fer allur til at reka virksemið hjá felagnum.


Øll eru hjartaliga vælkomin.