Í Niðurlondum leitar løgreglan eftir einum brotsmannaliði, sum sambært myndugleikunum hevur tikið umleið 500 seyðir frá bóndum teir seinastu fimm mánaðirnar. Tann seinasti stuldurin var hjá einum bónda nærhendis býnum Nijmegen, har seyðatjóvarnir tóku 41 seyðir.
Marie-Jose Verkade, sum er talskvinna hjá løgregluni, sigur, at tað eru ikki vanligir seyðatjóvar, sum taka 41 seyðir ísenn, men at talan má vera um skipað brotsverk. Hon sigur, at løgreglan hevur fingið fráboðan fyrr um, at onkur hevði stolið seyð, men ongantíð so nógvar sum nú.
Sambært løgregluni kunnu seyðatjóvarnir fáa einar 1.000 krónur fyri hvønn seyð.