Funningsmaðurin, Petur Skeel Skarðsá, hevur altíð havt stóran áhuga fyri seyði, og hann hevur verið røktingarmaður, síðan hann var smádrongur. Í dag røktar hann út við 400 seyðir í trimum hagapørtum.
Nú verkætlanin hjá Helga í Brekkunum um eitt nú glærfiti og tálgafiti í seyði er kunngjørd, hevur Petur Skeel hug at siga nøkur orð. Sjálvur hevur røktingarmaðurin gjørt royndir við glærfiti í mong Harrans ár, og hann er komin til ta niðurstøðu, at brundur við glærfiti brundar glærfiti.
Útlendskur seyður
- Eg keypti jørð í sjeytiárunum til royndir við seyði, men longu tá var tann útlendski seyðurin, svenski og grønlendski, komin til landið. Útlendski seyðurin hevur tálgafiti, sum brotnar undir knívinum og smakkar ikki av nøkrum, meðan tann føroyski seyðurin hevur glærfiti. Betur var, tá ið seyðurin ikki var blandaður, men nú er hann blandaður um at kalla alt landið.
Petur sigur, at í sínari tíð var royndarbrúk norðuri við Streymin við útlendska seyðinum, og tá fóru bóndur og seyðamenn norður hagar at fáa sær brundsseyð.
- Hesin seyðurin sá gott út við fyrsta eygnabráð, men kjøtið royndist illa. Beinini á útlendska seyðinum vóru eisini veikari enn á tí føroyska; tey vóru sum staraleggir. Mær dámdi ongantíð tær royndir, sum gjørdar vórðu, og mær dámdi ikki, tá ið grannahagar keyptu sær hesar brundar. Úrslitið var ikki gott; glærfitin gjørdist til tálgafiti, og tað er eitt tógvið stríð at rætta uppaftur tað, sum tá hendi, sigur røktingarmaðurin.
Petur sigur seg vita um tveir hagapartar í eini bygd, sum keyptu 12 fremmandar brundsseyðir; hetta vóru grønlendskir seyðir, og í dag hava hesir hagar eitt vánaligt úrslit at vísa á.
Eingin stuðul
Royndirnar, sum Petur Skeel í fleiri ár hevur gjørt, hevur hann gjørt av sínum eintingum. Alt arbeiði, sum hann hevur lagt í hesar, hevur hann gjørt ókeypis. Men fyri at kunna gera hesar royndir, noyðist hann at keypa sær góðar føroyskar brundsseyðir og hava nógvar ær inni í brundstíðini, og tá ið lembt verður. Allur seyðurin skal fóðrast í hesum tíðarskeiði, og tað kostar pengar. So, Petur hevur goldið nógvar túsund krónur millum ár og dag úr egnum lumma fyri at varðveita glærfituna í seyðinum.
Fyri fáum árum síðan søkti hann Føroya Jarðarráð um ein lítlan haga til hesar royndir, men svarið var noktandi; teir høvdu einki at bjóða honum. Hann søkti eisini landsstýrið um pinkalítlan stuðul, so hann kundi fáa ein part av sínum útreiðslum dekkaðar, men har var heldur einki at heinta. At enda søkti hann nógvar stovnar og fyritøkur, sum kanska kundu hugsast at vilja veita eitt lítið íkast, men hann hevur ikki móttikið eina einastu krónu nakrastaðni.
- Eg hevði nokk ikki væntað nakran serligan stuðul, men tá ið tú sært, hvussuítrótturin og onnur slíkt tiltøk verða stuðlað ? næstan av hvørjum Hanusi og Janusi - vóru vónirnar um, at onkur fór at vísa mínum arbeiði áhuga, ikki heilt ongar.
Í dag kann Petur Skeel ásanna, at hesar umsóknir saman við frágreiðing um, hvat hann tekst við, als ongan áhuga høvdu.
- Teir stovnar og tær fyritøkur, sum svaraðu, søgdu seg ikki kunna veitanakran stuðul og fleiri vóru, har eg ongantíð fekk eitt svar.
Góður seyður
Petur Skeel sigur, at hann í dag kann vísa á, at hann hevur góðan føroyskan seyð við glærfiti.
Í vetur hevur hann havt 30 ær inni saman við einum góðum føroyskum brundsseyði, sum hann keypti fyri 1700 krónur.
- Neyðugt er at hava ein slíkan brundsseyð í eini 2-3 ár. Um heystið, tá ið lombini verða flett og kjøtið byrjar at torna, sæst, um kjøtið í hjallinum hevur glærfiti.
Petur Skeel hevur annars nógvar ættartalvur yvir seyðin, hann hevur. Hesar talvur røkka heilt aftur til seinnapartin av sekstiárunum.
- Eg veit, hvat hetta er fyri seyður langt aftur í tíðina. So, hvørt vit fletta, verður seðil settur á hvørt krovið, og síðan verða krovini sýnað, so hvørt tey torna. Gerst kjøtið grønligt á liti og snykar, hava vit ein góðan brund, sum brundar glærfiti, sigur Petur Skeel Skarðsá, røktingarmaður.