Nú byrjar kappingarárið fyri seyðahundar aftur, og fyrsta kappingin verður leygardagin. Henda kapping verður í Kaldbaksbotni.
Kappingin byrjar klokkan níggju, og kappast verður bæði millum hundar á byrjanarstøði, teir sum eru komnir víðari og teir bestu hundarnar.