Seyðaóskil á Argjum

Enn hevur Tórshavnar Kommuna ikki fingið rørportrið omanfyri Albert Hall á Argjum at virka sum tað skal og tí kemur seyður inn á bøin næstan hvørja nátt

Rørportrið omanfyri Albert Hall á Argjum virkar ikki eftir ætlan, og tí kemur seyður inn á bøin, í eplaveltur og aðrastaðni. Fólk, sum eiga stykki á hesum økinum eru móð av at hetta heldur á, og at rørportrið - sum kortini ikki er eitt vanligt rørportur, men vinkuljørn við streymi á - ikki verður gjørt aftur. Trupulleikin er, at streymur bara er á einum parti, og ikki allanvegin yvirum. Seyðurin gongur eftir tískil yvirum uttan at nøkur forðing er á vegnum. Trupulleikin við at seyður kemur inn á bøin hevur staðið uppá í eini tvey - trý ár.

Onkur av argjafólkum fara fleiri ferðir um vikuna tíðliga upp á morgni fyri at reka seyðin út aftur. Tað er nevnliga serliga um náttina, at seyðurin kemur inn.


Rørportrið og hegnið

Jónleif Sólsker er aktingarmaður í Tórshavnar kommunu. Hansara uppgáva er millum annað at taka djór upp, sum ganga leys og órógva borgarar í kommununi. Hann sigur, at hann varð gjørdur varur við málið um seyðin á Argjum týsdagin, men tað hevur ikki verið ringt til hansara áður fyri at taka upp seyð.

? Tað er ein trupulleiki við hesum rørportrinum, tað er rætt. Men partar av hegninum eru eisini vánaligir, sigur Jónleif Sólsker.

? Sum er fái eg ikki gjørt annað enn at reka seyðin út aftur. Tá kommunan ikki røkir sínar skyldur við at rørportrið ikki er sum tað skal vera, so kann eg sum aktingarmaður ikki taka seyðin, men bara reka hann útaftur.

? Hinvegin er hegnið privat, og tað eigur privati eigari at halda.


Nýta ikki vinkuljørnrørportur

Álvur Olsen frá Landsverkfrøðinginum sigur, at tað var í 1997 at teir seinast vóru og gjørdu nakað við rørportrið. Tað var kommunan, sum eisini hevur ábygrd av at røkja hetta portrið, ið hevði heitt á teir um at gera tað. Síðani hava teir ikki verið á hesum rørportrinum. Men at rokna við, at tað, sum einaferð er gjørt riggar altíð, ber ikki til at trúgva. Tað krevur viðlíkahald og má røkjast. Landsverkfrøðingurin nýtir annars ikki hesi rørportrini við vinkuljørnum, tí teir meta tey ikki at vera nóg góð.

Álvur sigur annars at teir av og á hava trupulleika av seyðum, sum fara yvirum rørportur. Og teir seyðir, sum fyrst finna útav at fara yvirum; teir ber næstan ikki til at steðga aftur, hvat enn verður gjørt. Sjálvur hevur hann sæð ær farið grulvandi yvir um rørportur við lambinum standi á rygginum. Einasta at gera við tílíkar ær er at taka tær av.


Veit ikki nær

Býráðið í Havnar kommunu veit um málið við rørportrinum á Argjum og borgarstjórin sjálvur, Leivur Hansen er eisini gjørdur varðugur við tað. Men enn er einki hent. Óvist er eisini nær býráðið fer at gera nakað við hetta málið. Lyftini teir hava givið um at nakað nú skal fara at henda, eru ikki vorðin veruleiki enn.

Tórður í Hoyvík, býargartnari, sigur, at teir eisini kenna til málið. Teir hava lagt el-leidningar ímillum onkutíð fyrr, men í ár er einki gjørt við rørportrið. Hann sigur, at teir mugu fáa hetta at virka aftur, men hann veit ikki at siga nær hetta verður gjørt. Hann vísir eisini á, at best er at avtaka seyð, sum fyrst hevur lært seg at koma yvir um rørportur.