Ósemja hevur tikið seg upp millum byggisamtakið millum J & K Petersen og M. T. Højgaard øðrumegin og SEV hinumegin í sambandi við bornigarnar til Eiðisverkið.
Borað hevur verið gjøgnum syllagrót, sum er væl harðari enn vanligt grót. Men hetta kann ikki koma óvart á hjá byggisamtakinum.
Hetta vóru teir greiðir yvir, áðrenn farið var í gongd, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Boriarbeiðið er liðugt, men byggisamtakið heldur seg eiga 25 milliónir krónur til góða hjá elfelagnum.
Eins og vanligt er, er ein áseting í sáttmálanum um gerðarætt, skuldi ósemja stungið seg upp, og tað er í hesum gerðarætti, at málið verður viðgjørt í løtuni.
- Hetta er eitt mál, ið tekur sína tíð, sigur Hákun Djurhuus.
Stjórin í SEV sigur, at teir longu framman undan vóru greiðir yvir, at grótið í støðum var harðari enn vanligt, og tí heldur hann, at SEV hevur eina góða søk.
- Tað eydnaðist okkum ikki at gerast samdir, og tí er málið endað í gerðarrættinum, sigur Hákun Djurhuus.
Málið er umrøtt í aðalfundarfrágreiðingini hjá elfelagnum og eisini í sambandi við roknskapin hjá SEV.
- Tað er ein skylda, vit hava, og tí er málið eisini nevnt í sambandi við roknskapin, sigur Hákun Djurhuus.
»Tað er nu? liðugt borað suður til Bla?senda norðan fyri Selatrað, og staðfest er, at Eiði 2 suður verkætlanin er seinkað einar sjey ma?naðir. Seinastu umleið tríggir kilometrar av tunlinum eru boraðir i? syllagro?ti, og boringin hevur verið væl meira avbjo?ðandi, enn arbeiðstak¬ arin upprunaliga hevði mett. Samra?ðingar millum arbeiðstakara og – a?nara hesum viðvi?kjandi hava ikki givið u?rslit. Nu? hevur arbeiðstakarin latið inn fyribilskrav uppa? oman fyri 25 milliónir krónur til gerðarrættin, soleiðis sum sa?ttma?lin partanna millum gevur møguleika fyri. Nevnda o?semja partanna millum er eisini orsøk til, at tað ikki eydnaðist at semjast um kostnaðin av meirveit¬ ingini við tunnilsboringina til Sanda?«.
Soleiðis stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá SEV fyri 2012.