Í dag flaggaði í Porkerishaga, nakað omanfyri Hov.
Har er bygging í gongd, og í dag flaggaði, tí reisigildi var. Talan er um bygning, sum SEV letur byggja, og hevur hann samband við nýggju vindmyllulundina í Porkerishaganum.
Nýggi bygningurin er ein battarístøð. Her skal streymur frá vindmyllunum, sum er til avlops, goymast.
Tað er Norcon, sum hevur staðið fyri stoypiarbeiðinum.