John Zachariassen, bygdarráðslimur í Vestmannar kommunu og formaður í SEV nevndini, varð ikki afturvaldur á kommunuvalinum í farnu viku, og av tí sama gjørdist ivi um, hvat fór at henda við formanssessinum í SEV nevndini.
Ivamálið hevur verið, hvørt John Zachariassen kundi ella fór at halda fram sum formaður í SEV nevndini, hóast hann ikki longur fer at sita í nøkrum bygdaráði.
Men sambært John Zachariassen er tað líkamikið, hvørt hann hevur loyvi at halda fram í formanssessinum, tí ein ósemja millum Vestmannar kommunu og Kvívíkar kommunu hevur havt við sær, at Kvívíkar kommuna fer at forða fyri, at Vestmannar kommuna yvirhøvur fær eitt umboð í SEV nevndina.
Kommunurnar í Norðurstremoy eiga eitt umboð í SEV nevndini - tað er tann sessurin, ið John Zachariassen hevur havt - og tað er tað umboðið, ið John Zachariassen vil vera við, at kommunan fer at missa.
Sitandi borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, Heri Müller, stillaði ikki upp á valinum í farnu viku, og av tí sama hevur hann ikki aðra viðmerking til málið, enn at tað er nakað, ið komandi bygdaráð fer at taka sær av.
Johanna Vang er einasti bygdarráðslimur í Kvívíkar kommunu, ið varð afturvald í komandi bygdarráð. Johanna Vang váttar, at Kvívíkar kommuna er ikki sinnað at lata SEV nevndarsessin til Vestmannar.
– Vit hava gjørt samstarv við Sunda kommunu um SEV sessin, sigur Johanna Vang og ger greitt, at Sunda kommuna fær sessin, tá aðalfundur verður í SEV komandi ár.











