Tað er nú greitt, at SEV er í uppskoti til at fáa høgt metu náttúru og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum í ár.
Tað er greitt, nú Norðurlandaráðið hevur kunngjørt, hvørji tey 11 eru, sum eru í uppskoti at fáa virðislønina.
Upprunaliga fekk Norðurlandaráðið 48 uppskot úr øllum Norðurlondum um, hvør skuldi fáa virðislønina.
Men nú eru tey 11 tey bestu uppskotini sáldað frá, og har ímillum er føroyska elfelagið, SEV.
Grundgevingin fyri at skjóta SEV upp, er serliga vindmyllulundin í Húsahaga, Men eisini royndirnar at fáa sum mest av vindorku á elnetið, og ætlanin hjá SEV at í 2030, skal orkuveitingin á landi í Føroyum vera 100 prosent grøn, gera seg eisini galdandi.
SEV sigur í eini viðmerking, at saman við útlendingum, eru tey farin í holt við at menna eina nýggja battarískipan og eina stýrisskipan, ið kunnu fáa væl meira av vindi, sum er ein óstøðug orkukelda, inn á elnetið í einum avbyrgdum oyggjasamfelag, sum Føroyar eru.
- Hetta hevur vakt stóran áhuga uttanlands, tí talan er um tøknilig frambrot, ið kunnu fáa altjóða týdning, tá talan er um grøna orku.
- Hesi átøk hava eisini sett Føroyar á heimskortið sum áhugavert royndarøki innan grønar orkumøguleikar, sigur SEV.
Á SEV eru tey fegin um tilnevningina, tí hon vísir, at fólk úti í heimi hava áhuga fyri tí arbeiði, SEV og starvsfólkini her dagliga greiða úr hondum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
- Tilnevningin er í sjálvum sær eitt herðaklapp leggur hann afturat.
Tað verður á fundi í Reykjavík tann 27, oktober, at tað verður greitt, hvør fær Náttúru- og umhvørvisvirðislønin hjá Norðurlandaráðnum í ár.