Í gjár var heilt nógv olja á Kaldbaksfirði, sum rak inn í Kaldbaksbotn, har sløkkiliðið í Havn hevur tikið oljuna upp. Talan var um umleið 2000 litrar av olju, ið fóru á sjógv, og roykurin var ramur.
Nú er sløkkiliðið næstan liðugt við sítt arbeiði.
- Vit hava fingið einar 8000 litrar av blandingi av sjógvi og olju, og tá sigi eg í hvussu so er ikki ov lítið, staðfestir sløkkiliðsstjórin. Hann leggur afturat, at teir nú fara at taka sperringarnar uppaftur, og at fólk fara at verða sett at grava skitna sandin og taran burtur.
Ongin vanlukka
Tó fegnast Kartni Jakobsen, at lotið hevur ligið inn á fjørðin alla tíðina.
- Oljan hevur verið verandi í sama stað alla tíðina, so tað hevur verið rímiliga lætt at taka oljuna upp. Og eg havi ikki sæð fuglar, ið hava verið dálkaðir, og kanska er ein hinumegin fjørðin, sum eg síggi beint nú, men eg haldi ikki, at fuglar hava verið nakað serliga nær. Kanska lukturin hevur stygt teir, sigur sløkkiliðsstjórin. Sum fegnast at skaðin hevur verið so lítil.