Settu lívið í váða um Atlantshavið

Amerikansku brøðurnir Robert og Ralph Brown komu sunnumorgunin til Føroya í einum lítlum opnum flatbátaðum botni. Endamálið er at koma í metbókina hjá Guinnes og at heiðra teir, sum fyri 29 árum síðan fullu í miseydnaða átakinum hjá Jimmy Carter á amerikansku sendistovuni í Teheran í Iran

Váðaverk Leygarmorgunin kom ein lítil bátur inn í bátahylin á Argjum. Útlúgvaðir grulvaðu teir upp á land og mestsum sovnaðu.Menninir vóru teir báðir amerikansku brøðurnir Robert og Ralph Brown, báðir hava teir rundað tey fimti. Í 1980 skuldi Ralhp vera við í innrásini Eagle Claw Mission, miseydnaðu royndini hjá amerikanska forsetanum Jimmy Carter at bjarga gíslunumá amerikansku sendistovuni í Teheran í Iran.


Hann fór ikki við, og tað var hann takksamur við, tí felagar hansara fullu, og aðrir vórðu særdir. Fyri at heiðra teir gav hann tað lyfti, at hann skuldi gera nakað fyri at heirða teir, sum fullu. Men ferðina gera teir eisini fyri at koma í metbókina hjá Guinnes. Onnur hava siglt við deksbatum, men teir sigla við einum 15 fóta langum flatbotnaðum báti. Hetta er minsti opni bátur, sum nakar hrevur krossa Atlantshavið við, siga teir. Long ferð Teir fóru 27. juni úr Floridu, sigldu norður eftir fram við amerikansku striondini, til Kandada, Suðurgrønlands, Íslands og Vestmannaoyggjarnar og haðani til Føroya.


Ferðin úr Vestmannaoyggjum til Føroya tók tríggjar dagar. Teir høvdu ætlað at siglt teinin í tveir dagar, men teir komu í óðveður. Leygarmorgun komu teir í havsneyð við Tindhólm, leiting varð sett í verk, men avblást næstan beinanvegin, tí teir komu víðari í øllum góðum.


Tá ið teir komu inn á Argjum, stóð av tilvild skálvíkingurin Linjohn Christiansen, sum beyð teimum til heim til sín í Havn, gav teimum at eta, og teir fingu ein langan tiltrongdan blund. Sunnudagin beyð Elin Heinesen, stjóri teimum heim til sín at vera, til teir fara víðari. Síðan sunnudagin hevur báturin ligið við bryggju í Vágsbotni, uttan fyri Norðlýsið. Nógv vitjandi Fólk hava valfartað oman at hyggja at bátinum, og tá ið teir báðir amerikanararnir hava verið har, hava teir prátað við fólk.


Tað var rættiligt óveður ein part av ferðini til Føroya, og teir hava sagt, at teir sannførdu seg sjálvar um, at báturin ikki fór at søkka.


- Nei, vit fóru ongantíð runt, siga teir. Báturin er innan klæddur við flamingo fyri ikki at kunna søkka. Báturin hevur tveir háhangarar. Menninir hava ikki kunnað rørt seg nógv á ferðini, tí so trongt er umborð. Vi sær høvdu teir bara tað neyðugasta.


Yvirlivilsdraktir, mat í einum kassa o.a. Í illveðri bar ikki til at kóka suppu, men annars ótu teir mest grønmeti og dósamat. Flaggskrýddur Báturin hevur fløgg úr nógvum ymiskum londum, Kanada, Grønlandi, Føroyum, Fraklandi, hagar teir skulu.


Íslendska flaggið vantaði, og tað var tí, at tað flaggið mistu teir í illveðrinum. - Men vit hava eitt annað. Í morgun fekk báturin ein vimpul frá Karna Olsen, formanni í bátafelagnum í Havn.


Ørskapur ella dirvi

Áðrenn teir báðir menninir kunnu sigla víðari úr Føroyum, má báturin takast upp fyri at kanna botnin og gera smávegis umvælingar. Ralph er prátingarsamur. Hann veit væl, at fólk halda teir vera púra ørar, men hann er sannførdur um, at Gud heldur hondina yvir teimum. Sjólátast teir, so gera teir tað.


- Summi kalla okkum teir seinastu víkingarnar, sigur hann. So skjótt sum báturin er umvældur, og veðrið sær gott út, fara teir víðari. Kanska leggja teir inn í Hetlandi, annars sigla teir til London, til Fraklands, og málið er Frankfurt í Týsklandi. Nú hevur Ralph hoyrt so nógv um leiklutin hjá Danmark í menningararbeiðinum, og teir hava tí fingið hug at fara til Keypmannahavnar aftaná Frankfurt.


Nógv fólk hava verið niðri á bryggjuni og hugt bátinum. Garvaðir sjómenn siga, at ferðin hjá Ralph og Robert Brown var býtt váðið. Føroysku sjómenninir siga, at teir høvdu nóg illa hættað sær úr Havn til Nólsoyar við hesum bátinum.