FLOGBÓLTUR
Tvær av teimum, ið gingu undan á liðnum hjá SÍ, vóru Karin Mikkelsen og Annika á Stongum, ið báðar vóru ovurfegnar, tá dysturin var lokin og tað eydnaðist teimum at vinna.
– Hetta er ótrúliga gott, og eg vil siga, at hetta er líka so gott, sum tað var keðiligt í fjør, tá vit taptu finaluna, sigur Karin Mikkelsen, sum hevur verið í Etiopia og arbeitt í heyst, og ikki kom aftur til landið fyrr enn beint fyri jól.
– Meðan eg var burturi, stúrdi eg fyri, um eg fór at fáa steypafinaluna við, um ikki kom í form. Enn eri eg ikki 100 prosent, men tað lukkaðist at sleppa upp í part, og tað eri eg sera glað fyri. Nú hugsa vit bara um føroyameistaraheitið, sum vit ikki vildu hugsa um, fyrr enn hetta var yvirstaðið.
Karin heldur, at kvinnufinalan fekk ein øgiliga spennandi enda, har tað stóð nokk so nógv á til síðst. – Men tað mundi vera áskoðaravinarligt, tí tað var øgiliga spennandi, sigur hon.
Kendis endaleyst
Tað sama sigur Annika á Stongum, ið helt endan á dystinum vera so spennandi, at tað á vøllinum kendist, sum fekk tað ongan enda:
– Tað var sanniliga gott, at tað fall út til okkara fyrimun, tá avtornaði. Og serliga gott var tað, at vit fingu víst øllum, sum hyggja at flogbólti, at vit kundu klára okkum betri í einari finalu, enn vit gjørdu í fjør, sigur hon.
– Kanska gjørdi tað eisini sítt, at vit hesa ferð fyrireikaðu okkum øðrvísi enn í fjør. Tá vóru vit saman við fólkinum áðrenn dystin, men hesa ferð hava vit bara verið heima og gjørt tað vanliga, sum vit plaga at gera fyri dyst. Tí haldi eg eisini, at vit vóru meira róligar nú.