Beint eftir náttúrða ringdu tey, sum arbeiða upp á nýggja havnarlagið í Havn, til løgregluna at melda. Tey hava ein flaka liggjandi niðurfyri bryggjukantunum við útgerð á til kavarar, sum arbeiða á 15 metra dýpi, har teir bora.
Slíkt arbeiði er ikki vandaleyst, tí tað krevur størsta varsemi og tað kann bara gerast í dýrdarveðri. Men í gjárkvøldið ringdu tey til løgregluna at boða frá, at ein hvítur, skjóttgangandi bátur, kom siglandi við fullari ferð, beint fram við flakanum. Arbeiðsfólkið royndu at blinka við lyktum til bátum og at gera tekn til hann, men tað gjørdi ikki mun.
Og hann sigldi so tætt fram við flakanum, at hann fekk alduna frá kjalarvørrinum á seg og fór at vagga, og tað er stak óheppið fyri kvararnar, sum fingust við boriarbeiðið undir sjónum.
Arbeiðsfólkið boðaði løgregluni frá, at skjóttgangandi báturin helt leiðina yvir ímóti argjalandinum, men táið løgreglan kom á Argir, var eingi bátur at síggja. Fólk á Argjum høvdu sæð ein hvítan, skjóttgangandi bát, men hann var horvin aftur.
Tí ljóðar áheitanin frá løgregluni og frá arbeiðsfólkinum, á tey, sum eru í báti, um ikki at sigla so nær, at kjalarvørrurin fær flakan at vagga í sjónum.