Setið Hoydals-doktrinina í Tjóðveldisflokkinum úr gildi

- Míni ráð eru, at bæði tingmanning og Aðalstjórn taka sær annað skinn um bak, seta Hoydals-doktrinina úr gildi í stundini og lata Torbjørn Jacobsen verða verandi í tingmanningini, sigur Finnbogi Ísakson, fyrrverandi tingmaður og landsstýrismaður Tjóðveldisfloksins í hvassari viðmerking til støðuna í Tjóðveldisflokkinum

Finnbogi Ísakson

Ikki ætli eg mær at leggja meg út í tað stríð, sum tók seg upp herfyri millum eysturoyartingmann Tjóðveldisfloksins Torbjørn Jacobsen og floksformannin Høgna Hoydal. Vit, sum standa uttanfyri, kunna í mesta lagi hava ein illgruna um, at okkurt annað býr undir hesi ósemju enn bara tað, sum hevur staðið í bløðunum.
Harafturímóti dugi eg ikki at lata vera við at gera viðmerkingar til avleiðingarnar av hesi ósemju. Mær tykir rætt og slætt, at bæði tingmanning og Aðalstjórn Tjóðveldisfloksins eru óðar í høvdinum. Royndirnar, sum flokkurin hevur av at ekskludera fólk, eru sera, sera ringar, og sárini vórðu so djúp, at tey eru kanska ikki heilt grødd enn ? mong ár aftaná. Ta ferðina var ikki talan um at koyra ein tingmann úr tingbólkinum, men ein uttantingslim úr flokkinum. Dømini um, at tingmaður er koyrdur úr einum tingbólki, eru fá í Føroyum. Eitt dømi er, at Javnaðarflokkurin eksluderaði Jákup í Jákupsstovu í 1946, tí hann í sjálvstýrisstríðnum fór í part við Fólkaflokkinum.
Í grannalondunum er floksdisiplinin nógv strangari enn í Føroyum. Taka vit Danmark sum dømi ? tað gera vit jú altíð ? so hava danir gjørt herskyldu, har teir hava lært "kæft, trit og retning". Tann lýdnislæran fylgir teimum restina av lívinum, eisini teimum sum sleppa upp í part inni á Christiansborg. Tað er misjavnt, hvussu strong floksdisiplinin er, men taka vit sosialdemokratiska flokkin sum dømi, so man vera minni munur á tí valdi, floksformaðurin har hevur, og tí valdi, sum aðalskrivarin í sovjettiska kommunistaflokkinum plagdi at hava. Teir meinigu tinglimirnir eru í roynd og veru lítið annað enn atkvøðuneyt. Sleppa sjáldan at taka orðið í tingsalinum enntá.
Í Føroyum hevur individualisman havt víðar ræsur í Tinginum. Tað hevur td als ikki verið óvanligt, at ikki allir í einum flokki atkvøða eins. Tað merkir tó ikki, at einki samanhang er í flokkinum. Tá tað kemur til stórmál, prinsippmál, verður tað illa tolt, at tingmaður gongur ímóti floksins stevnuskrá. Men sum sagt hevur tað sjáldan fingið ta avleiðing, at nakar er koyrdur úr flokkinum.
Nú er skilið øðrvísi í Tjóðveldisflokkinum. Har hava og skula høvd rulla, um floksformaðurin Høgni Hoydal heldur, at soleiðis eigur tað at vera. Hann var høvuðsmaður, tá Signar á Brúnni varð noyddur úr Landsstýrinum, og hann er eisini høvuðsmaður nú, tá Torbjørn Jacobsen varð noyddur úr tingbólkinum.
Tað er við vilja, eg nýti orðið "noyddur" og ikki "koyrdur". Tí snildið hjá Høgna Hoydal er júst tað, at hann so ella so noyðir fólk til viks, sum honum ikki hóvar. Hann syrgir ikki fyri, at tey verða "koyrd". Eftir sálarligt trýst í tímar og dagar kendi Signar á Brúnni seg "noyddan" at siga seg úr Landsstýrinum. Aftaná kundi floksformaðurin verja seg við, at hann var ikki "koyrdur" úr Landsstýrinum. Hann hevði sagt seg frá.
Nøkulunda tað sama hendi nú. Eftir at fjølmiðlarnir høvdu tráspurt tjóðveldisfólk, um Torbjørn Jacobsen fór at verða koyrdur úr flokkinum, tóktist tað greitt, at hvørki í tingmanning ella Aðalstjórn var hugur fyri at fremja eitt so drastiskt stig. I staðin fekk floksformaðurin alla tingmanningina at skriva undir eitt tíðindaskriv, har tað millum annað stendur:
"Frameftir verður mannagongdin tann, at tingfólk, sum í fjølmiðlunum fremur persónsálop á annað tingfólk, setur seg uttan fyri tingbólkin."
Var eg tingmaður, hevði eg aldrin í verðini skrivað undir hesa Hoydals-doktrinina. Her verður talu- og skrivifrælsið hjá hvørjum einstøkum tingmanni Tjóðveldisfloksins bundið niður. Ónøgd við eitt nú floksformannin skal ikki undir nøkrum umstøðum koma út til almenningin. Og hvør skal gera av, nær talan er um "persónsálop", og nær talan er um annað álop?
Tjóðveldisflokkurin hevur verið meira opin enn aðrir flokkar. So at siga hvørja ferð, ein ósemja hevur tikið seg upp, er tað komið út til almenningin. Tað haldi eg vera gott. Eisini tann meinigi veljarin, limur í einum valfelag ella ikki, eigur at kenna til viðurskiftini í flokkinum og hava møguleika at gera sær sína meining um tað, sum fyriferst.
At Tjóðveldisflokkurin hevur fingið nógva umtalu sum flokkurin, har ósemjur taka seg upp, merkir als ikki, at ósemjur ikki hava verið í øðrum flokkum. Í mong ár var stór ósemja í Sambandsflokkinum millum bólkin hjá Kristiani Djurhuus og Samuelsen-bólkin. Í Fólkaflokkinum var vónandi stór ósemja millum Jógvan Sundstein og Óla Breckmann. Í Javnaðarflokkinum sótu Øregaard og Petur Mohr Dam/ Atli P. Dam ikki altíð so væl um sátt. Í Sjálvstýrisflokkinum var stríð millum Jóannes Patursson og Jóhan Hendrik Winther Poulsen úr Skopun, sum kanska varð koyrdur úr flokkinum.
Hesar og aðrar ósemjur komu ongantíð alment fram í fjølmiðlunum, men øll, sum fylgdu hampiliga væl við í politikki, vistu um tær.
Tjóðveldisflokkurin eigur nú sum fyrr at tola, at ósemjur taka seg upp og verða demokratiskt viðgjørdar í fjølmiðlunum. Eitt høvuðsstarv hjá einum floksformanni er annars at duga so mikið nógv av diplomati, at tað ongantíð kemur so langt, at ein tingmaður kennir seg noyddan at fara í fjølmiðlarnar við innanhýsis viðurskiftum.
Tað, sum nú verður sett í verk, er ódemokrati. Tað er komið fram, at ikki øll tingmanningin tók undir við at fara so harðliga fram. Hvat nú, um onkur, sum ikki tók undir við hesum, skrivar nøkur hvøss orð um Høgna Hoydal. Hevur hann/hon so eisini sett seg uttan fyri tingbólkin? Hvussu lítil verður so Tjóðveldisflokkurin á Tingi, tá valskeiðið er runnið?
Míni ráð eru, at bæði tingmanning og Aðalstjórn taka sær annað skinn um bak, seta Hoydals-doktrinina úr gildi í stundini og lata Torbjørn Jacobsen verða verandi í tingmanningini.