Í tólvta tíma áðrenn arbeiðið at gera nýggja musikkskúlan í Tórshavn skuldi bjóðast út, kom ein alternativ loysn á borðið. Tann loysnin er í stuttum at flyta bygningin 12 metrar eystureftir. Orsøkina venda vit aftur til.
Nýggi musikkskúlin skal byggjast í Sortudíki, millum Norðurlandahúsið og Sundsvegin. Har eigur kommunan tilsamans 9500 fermetrar at byggja á. Í oktober 2012 undirskrivaði Tórshavnar Kommuna sáttmálar við ráðgevar, sum skuldu standa fyri projekteringini. Á odda fyri projekteringini stendur fyritøkan Kontrast, og uppgávan er at tekna og projektera ein bygning á umleið 2000 fermetrar við konserthøll, frálæruhølum, felagshølum og plássi til umsiting.
Í dag, hálvt annað ár seinni, sæst framvegis einki til nýgja musikkskúlan. Tað fekk um vikuskiftið Musikkskúlanevndina í høvuðsstaðnum at koma við eini almennari eftirlýsing:
- Spurningurin er, um Tórshavnar Býráð veruliga ynskir ein nýggjan musikkskúla, ella um vælviljin fyri musikkskúlanum bara er ein glæntrileikur og eitt gylt høvi hjá býráðslimum at breggja sær av fjórða hvørt ár, skrivaði Malan Thomsen, forkvinna í Musikkskúlanevndini, í opnum brævi undir yvirskriftini ”Tórshavnar Kommuna súltar musikkskúlan”.
Í løtuni liggur málið bókstaviliga beint uttan fyri teir 9500 fermetrarnar, ið kommunan hevur at byggja á. Tí kommunan hevur í umbúna at keypa eini privat sethús við Sundsvegin, javna tey við jørðina og brúka teir 800 fermetrarnar, ið privata grundstykkið er til støddar, afturat til musikkskúlan.
- Hetta er mest optimala loysnin, bæði hvat viðvíkur ferðslu og parkeringsviðurskiftum, sigur Jóhan Petur Hentze, trivnaðarstjóri og formaður í bygginevndini fyri nýggja musikkskúlan.
Loysnin er eitt tilmæli frá ráðgevarafyritøkuni Kontrast.
- Vit hava gjørt eitt tilmæli um at flyta bygningin 12 metrar eystureftir. Tað er fyrst og fremst fyri at bøta um vegaføringina til musikkskúlan og eisini Norðurlandahúsið, sigur Mayfinn Norðoy, stjóri í Kontrast.
Aðrir fyrimunir eru eisini:
- Bygningurin kemur at standa betri í mun til Norðurlandahúsið, og eisini rennur ein á gjøgnum stykkið, ið vit sleppa undan at gera nakað við, sigur Mayfinn Norðoy og leggur í sama viðfangi dent á, at hetta er bara eitt tilmæli, ikki ein fortreyt:
- Nei, bygningurin kann væl standa, har hann upprunaliga var ætlaður at standa. Men vit meta hetta vera eina betri loysn.
Loysnin ber sum nevnt við sær, at kommunan keypir eitt privat grundstykki við sethúsi á, ið liggur upp at kommunala økinum.
Sambært Mayfinn Norðoy verður okkurt bíligari við at flyta bygningin teir 12 metrarnar eystureftir, men so kemur útreiðslan til at keypa sethúsini.
- Vit rokna við eini eyka útreiðslu á umleið 1,5 til 1,6 milliónir krónur, men tað valdast sjálvandi, hvat kommunan keypir sethúsini fyri, sigur Mayfinn Norðoy.
Sambært Jóan Peturi Hentze eru samráðingarnar við eigaran av sethúsunum komnar á mál.
-Eigarin og kommunan eru samd um ein prís, váttar Jóan Petur Hentze, sum tó ikki vil upplýsa prísin.
Orsøkin til tað er, sambært Jóan Peturi Hentze, at enn hevur fíggjarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu ikki góðkent keypið.
Hann leggur tó dent á, at upphæddin liggur innan fyri nýggju kostnaðarmetingina.
Kostnaðurin
Tað er greitt, at kostnaðurin fyri nýggja musikkskúlan økist munandi. Í kostnaðarmetingini frammanundan varð roknað við, at skúlin fór at kosta 54 milliónir krónur. Tann prísurin er í dag 67 milliónir, váttar Jóan Petur Hentze, sum grundgevur meirkostnaðin soleiðis:
- Tað eru fyrst og fremst handverkaraútreiðslurnar, sum eru øktar úr stívliga 42 milliónum upp í 48 milliónir, og saman við øðrum økist samlaði kostnaðurin upp í 67 milliónir krónur, sigur Jóan Petur Hentze.
67 milliónir krónur fyri 2000 fermetrar gevur ein fermetraprís á 33.500 krónur. Harafturat koma útreiðslur til innbúgv og útgerð.
Sambært roknskapinum hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2013 standa góðar 12 milliónir krónur tøkar at byggja musikkskúla fyri. Í fíggjarætlanini fyri 2014 eru játtaðar tríggjar milliónir krónur. Tí skulu 52 milliónir krónur játtast til hesa verkætlan á kommunalu fíggjarætlanunum næstu árini, umframt pengar til innbúgv og útgerð.
Tíðarætlan
Sambært Jóan Petur Hentze er projekteringin komin somikið væl áleiðis, at arbeiðið at byggja musikkskúlan kann bjóðast út rímuliga skjótt. Men fyrst skal keypið av privatu sethúsunum avgreiðast.
- Tá vita vit endaliga, hvør loysn verður vald, og neyðugu tillagingarnar kunnu tá gerast. Tað tekur ikki langa tíð, so eg rokni við at arbeiðið kann bjóðast út innan nakrar mánaðir, sigur Jóan Petur Hentze.
Sambært formanninum í bygginevndini tekur tað at stívliga tvey ár at byggja nýggja musikkskúlan í Sortudíki í Havn.