Síðst á skránni fyri tingfundin í dag er uppskot frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ið snýr seg um ásetan av gjaldi fyri at fiska sild og makrel í summar.
Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli, kallast uppskoti, sum í stuttum snýr seg um at áseta gjøld fyri hvørt kilo av sild ella makreli, sum verður fiskaður undir Føroyum í summar.
- Talan er um eitt tilfeingisgjald eftir sild og makreli í summar. Samstundis verður eitt avreiðingargjald ásett fyri kilo av sild og makreli, sum verður avreitt til móðurskip ella uttanlands, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Talan er um fyrstu viðgerð, og við atfinningunum at førda politikkinum tá tað ræður um sildina og makrelin, sum hava verið seinastu tíðina, kann roknast um drúgv fyrstu viðgerð.