Nú skulu tiltøk setast í verk fyri at fáa fólkatalið aftur at vaksa í Føroyum.
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta tiltøk fyri at venda skeivu gongdini í fráflyting og burðaravlopi.
Nú hevur Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum viðgjørt uppskotið og og er samd um at taka undir við tí, bæði samgonga og andstøða.
- Øll eru samd um, at hetta er eitt sera týdningarmikið mál og Trivnaðarnevndin hevur eisini fingið greiðar ábendingar um, at øll landsstýrisfólkini taka henda trupulleika í størsta álvara og vilja gera sítt til at betra um hetta á sínum øki, sigur nevndin.
Í hesum sambandi hevur ætlanin verið at seta ein bólk at útgreina og gera eina heildarætlan við átøkum, ið skulu setast í verk fyri at skapa fólkavøkstur.
Fyri at hetta skal eydnast, er neyðugt við støðugari kós, ið røkkur longri enn eitt valskeið. Tað krevur semjur og tí skal samráðast við allar flokkar á Løgtingi um hesar ætlanir, heldur nevndin.
Tí biðjur ein samd Trivnaðarnevnd nú Løgtingið samtykkja at heita á landsstýrið um at gera eina frágreiðing um, hvørji tiltøk skulu setast í verk til tess at venda teirri hóttandi gongdini við áhaldandi fráflyting, fallandi burðaravlopi og minking í fólkatalinum.
Síðani skal hendan frágreiðingin leggjast fyri Løgtingið.
Samstundis vil Trivnaðarnevndin hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at seta eina fakliga nevnd, at útgreina orsøkirnar til og avleiðingarnar av hesi skeivu gongdini og koma við eini tilráðing um, hvørji stig kunnu muna best at røkka hesum endamáli, bæði við stuttari og langari freist.
Frágreiðingin skal leggjast fyri Løgtingið fyri 1. apríl næsta ár.
Tá skal landsstýrið samstundis leggja uppskot fyri Løgtingið um langtíðar íløgur og politisk átøk fyri at røkka endamálinum og tað skal vera við undirtøku í allari politisku skipanini.