Seta tiltøk í verk fyri at bjarga føroyska laksinum

Tað er neyðugt at bjarga føroyska laksinum, tí tað hevur stóran týdning fyri okkum sum alitjóð

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskaaling og Bakkafrost hava nú gjørt avtalu um at seta eina ætlan í verk við tí endamáli at varðveita føroyska laksin.

 

 

Farið verður tí undir at gera forkanningar, sum skulu fáa greiðu á um grundarlag er fyri kynsbótararbeiði og rognaframleiðslu grundað á føroysku laksin, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í morgun.

 

Seinastu árini hevur Fiskaaling brúkt útlendsk rogn, og harumframt hava alifyritøkur sjálvar innflutt rogn.

- Seinastu árini hevur Fiskaaling ikki nøkta tørvin á rognum til alivinnuna, og tað verður mett at verandi skipan ikki er nóg væl útbygd til at nøkta tørvin.

 

 

Einasti fiskur, sum er eftir av føroysku laksinum, gongur í ringum hjá Bakkafrost á Borðoyarvík og á Gulanum.

 

 

Í hesum sambandi verða einir 10.000 lívfiskar fluttir inn á Skálafjørðin, har teir fyribils skulu ganga, meðan forkanningarnar verða gjørdar.

 

 

Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum givið Bakkafrost eitt fyribils undantaksloyvi í er galdandi í eitt ár, og sum er grundað á, at talan ikki er um vinnuliga matfiskaaling, men um varðveitslu av lívfiski.    

 

 

- Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Fiskaaling og Bakkafrost fara undir at gera forkanningar, sum skulu kanna, um grundarlag er fyri kynsbótararbeiði og at útvega føroysk rogn.

 

 

- Tað er neyðugt, at vit varðveita føroyska laksin, tí hann hevur stóran týdning fyri okkara støðu sum alitjóð, og stórir møguleikar kunnu vera í kynsbótararbeiði og í at hava okkara egnu rogn, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í tíðindaskrivi í morgum.

 

 

Hann sigur, at áóðarnir av kynsbótararbeiði og at hava okkara egnu rogn, eru stórir.

Hava vit okkara egnu rogn, er vinnan ikki bundin av innflutningi av rognum, og samstundis byrgja vit upp fyri vandum fyri fiskasjúkum, sigur hann.

 

 

Samstundis fer tað at menna gransking, skapa nýggj størv, umframt at tað fer at styrkja  okkara støðu sum alitjóð.