Tað er í morgin - leygardagin hin 11. januar klokkan 11 - at spaki verður settur í til nýtt sambýli á Strondum.
Dagurin byrjar við morgunmøti í Bygdarhúsinum klokkan 10, har verkætlanin við sambýlinum verður løgd fram.
Tá fólk hava fingið kunnleika um verkætlanina, verður farið heim í Dávagerði, har Georg Abrahamsen setur spakan í.
Sjóvar kommuna sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarløtuna, nú spaki verður settur í til nýtt sambýli á Strondum.