Nú verður sjøtul settur á arbeiðið at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar.
Í hesum sambandi hevur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú biðið Løgtingið samtykkja at játta 500.000 krónur til endamálið, so at tær fyrstu kanningarnar kunnu gerast í ár.
Landsstýrismaðurin sigur, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur og hann verður liðugur í 2023.
Hann sigur, at tað, sum liggur í kortunum er at gera ein tunnil av Sandi, umvegis Skúgvoy og til Sandvíkar.
Jarðfeingi hevur givið Landsverki eitt tilmæli um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina.
Tí vil hann nú hava Løgtingið at samtykkja, at 500.000 krónur verða brúktar í ár til forkanningar í sambandi við Suðuroyartunlinum.
Í 2012 vísti Landsverk á, at ein Suðuroyartunnil verður minst 22 kilometrar langur og tað fer at taka átta ár at gera hann.
Av tí at hann er so langur, verður neyðugt at gera tveir tunlar, har ferðslan antin verður einvegis, ella har annar tunnilin verður ein rýmingartunnil.
Ein tunnil við rýmingartunli er nógv bíligari, tí trygdarkrøvini minka, men ein tveir tunlar við einvegis ferðslu er nógv tryggari, tí vandin fyri samanstoytti, har bilar koyra ímóti hvørjum øðrum, og rena á, verður burtur.
Ein møguleiki er at gera tunnilin av Sandoy, har hann so kemur upp í Skúgvoy og fer so aftur til Sandvíkar. Verður hendan loysinin vald, verður bara neyðugt við einum tunl ímillum Sand og Skúgvoy
Í 2012 metti Landsverk eisini, at ein Suðuroyartunnil fer at kosta átta milliardir at gera, og einar 50-100 milliónir um árið at reka og halda.