Nú skulu tiltøk setast í verk fyri at verja lundalandið í Mykinesi fyri ágangi frá ferðafólki.
Í hesum sambandi hava allir áhugaðir partar í málinum, nevniliga Visit Faroe Islands, Sørvágs Kommuna, Umhvørvisstovan, Havstovan, Visit Vágar og Tjóðsavnið, í felag, skrivað 10 tilmæli um, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk í Mykines fyri at verja fugl og lendi, og fyri at hava eina burðardyggari ferðavinnu í oynni.
– Ríka fuglalívið, og náttúran í oynni, hava givið Mykinesi eina serstøðu sum vælumtókt ferðamál, siga tey í einum felags tíðindaskrivi í morgun.
Mykines er eisini Ramsar-øki. Ramsar er ein altjóða náttúru-verndarsáttmáli, sum eisini er settur í gildi í Føroyum, og har føroyingar sostatt hava bundið seg til at seta serlig tiltøk í verk fyri at verja nátturuna.
– Hóast grannastevna hevur samtykt at seta ymiskt í verk, og hóast fleiri tilmæli hava verið frammi um at seta verjutiltøk og avmarkingar í verk, hevur tað víst seg at vera trupult at fremja tað í verki.
– Mykines er gott dømi um, at galdandi lóggáva als ikki er nøktandi, tá tað snýr seg um at verja týðandi náttúruvirði, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Tey siga, at partarnir eru á einum máli at ein fortreyt fyri framhaldandi ferðavinnumenning í Mykinesi, er, at avmarkingar verða settar í vek, ið skipa ferðsluna og skapa betri vinnuligar fortreytir og trivnað í oynni.
Partarnir eru eisini á einum máli um, at tað ber væl til at seta avmarkingar í verk, samstundis sum ferðavinnan í økinum verður ment.
Í roynd og veru er tað átrokandi at nakað verður gjørt nú, siga tey.
Fyrsta stigið eigur at vera at flyta ferðsluna burtur frá størsta lundalandinum í Føroyum, ið liggur á leiðini út í Mykineshólm.
Í hesum sambandi er eitt av tilmælunum, at at leiðin gjøgnum Lamba verður stongd í bútíðini, til avtala er gjørd um eina burðardygga umsiting av økinum.
Tó kann verða skipað fyri serligum túrum við ferðaleiðara fyri avmarkaðum skara í turrum veðri eftir fastari mannagongd, sum tryggjar, at fuglur og lendi ikki verður overvað.
Útgangsstøðið eigur at vera, at fuglurin skal fáa frið í bútíðini. Tí eigur eingin, ella minst møgulig, gongd at vera gjøgnum Lamba og onnur búøki hjá fugli hesa tíðina.
Tað verður eisini mælt til, at “burðarorkan” í oynni verður kannað, tað er hvussu nógv ferðafólk Mykines kann bera við verandi hentleikum. Tá ið burðarorkan er staðfest, ber til at staðfesta, hvørjar avmarkingarnar í ferðafólkatalinum eiga at vera.
Tey halda eisini, at gjøldini eiga at verða endurskoðað. Eitt hugskot er at umskipa gjaldið soleiðis, at tað frameftir verður eitt rímiligt, og meiri alment, gjald fyri at fara út um bøgarðarnar í Mykinesi.
Sostatt keypa tey ferðandi ein pakka, ið gevur atgongd til ávís støð í Mykinesi. Gjaldið kann so fara í ein Mykinesgrunn har inntøkurnar kunnu brúkast til ymisk tiltøk sum eru til frama fyri alla oynna.
Ein treyt er kortini, at gjald, hentleikar og fyriskipanir eru hvørt eftir øðrum, so tey vitjandi síggja, at eitt greitt samband er ímillum gjald og vernd, hentleikar og tænastu.
Ein partur av inntøkunum eigur eisini at vera brúktur til at fíggja neyðugt kanningararbeiði, gøtur, kunningartilfar og annað, sum kunnu hava við sær, at ferðavinnan í oynni verður betur skipað og burðardyggari. Visit Faroe Islands er sinnað at rinda part av hesum kostnaði.
– Gjaldsinnkrevjing og avmarkingar hanga neyvt saman. Tað er neyðugt at seta eitt hámark fyri, hvussu nógv fólk sleppa út í oynna um samdøgrið.