Seta nú fulla ferð á at bora Hvalbiartunnilin

– Og sostatt kann farast undir tunlarnar Norður um Fjall minst eitt ár fyrr enn ætlað

 

Tað er nú greitt, at arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin, skal gerast so skjótt sum tilber. Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta, fyri Løgtingið. Meirilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri samgonguna, hava nevniliga hækkað játtanina til Hvalbiartunnilin munandi.

 

Upprunaliga varð ætlanin, at 52 milliónir skuldu setast av til Hvalbiartunnilin næsta ár, men tá ið Landsstýrið legði fíggjarætlanina fyri Løgtingið, vóru bara 30 milliónir settar av. Tað merkti, at Hvalbiartunnlin hevði ikki verið liðugt boraður fyrr enn í 2021.

 

Men nú er samgongan samd um at hækka játtanina 19 milliónir, soleiðis at játtanin til Hvalbiartunnilin verður tilsamans 49 milliónir næsta ár. Somuleiðis verður játtanin í 2020, eisini hækkað. Úrslitið av tí verður, at arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin verður liðugt longu í 2020 og sostatt kann farast undir tunlarnar Norður um Fjall tá.    

 

Nýstovnaða tunlasjakkið hjá Landsverki fær níggju milliónir á fíggjarlógini fyri 2019, men miðað verður eftir at hækka upphæddina í 2020. Endamálið við tí er at tunnilin til Dals kann verða boraður so skjótt sum møguligt, og síðani verður farið til Fámjins.

 

Landsverk hevur boðað frá, at fær tunlasjakkið 20 milliónir, kann tað bora 750 metrar av tunli um árið. Nú fær tunlasjakkið bara slaka helvtina, so tað verða ikki meiri enn 300 metrar boraðir næsta ár. Dalstunnilin er 2200 metrar langur, og við hesi ferðini fer tað sostatt at taka gott og væl sjey ár at bora hann.