Seta miðstøð fyri ull á stovn í Kollafirði

Nú skal øll ullin fáast til høldar, heldur enn at verða brend

Nú skal ein skipan setast í verk við tí endamáli at fáa alla ta føroysku ullina til høldar.

 

Í hesum sambandi fer Løgtingið nú at viðgera eitt uppskot frá landsstýrinum um at seta 300.000 krónur av ár til at gera eina ullmiðstøð á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

 

Búnaðarstovan hevur fyrireika eina verkætlan sum vísir, at letur landið 500.000 krónur í stuðuli um árið til eina ullmóttøku, fer tað at bera til at fáa alla ullina til høldar. Endamálið er síðani aftur at tað skal bera til hjá teimum, sum fáast við at virka ull, at keypa hana til virkingar fyri at fáa nakað burtur úr henni.

 

Metingarnar hjá Búnaðarstovuni vísa, at lønandi vinna kann fáast burtur úr ullini og at stuðulin, sum verður latin til at taka ímóti ullini, kann vinnast innaftur við avleidda búskaparliga virkseminum, sum virkingin førir við sær.

 

Búnaðarstovan hevur høli tøk til eina ullmiðstøð og hetta fer eisini at vera ein nátúrligur partur av virkseminum á Búnaðarstovuni. Við at stovna eina ullmiðstøð á Búnaðarstovuni, kann hon tryggja, at førleikar og mannagondir vera bygd upp sum frálíður, og at virksemið verður varandi.

 

Løgtingið fer at viðgera uppskotið í dag.