Árabáturin, Livar og teir skulu rógva um Atlantshav, er so modernaður, sum kann kann vera.
Men tá ið teir skulu verja seg ímóti tí herviliga kuldanum á ferðini, má móti vera móti tí tá er frægast er at seta álitið á tey heitu, ullintu føroysku undirklæðini, sum eru bundin upp á tann góða, gamla mátan.
Sjálvur hevur Livar góðar royndir av føroyskum undirklæðum og einaferð hann var í Skotlandi á fundi at fyrireika ferðina, hevði hann eitt sett av føroyskum undirklæðum við fyri at vita, hvat bátsfelagir hansara hildu um tað.
Tað er ikki so merkiligt, at teir ikki høvdu hoyrt um føroysk undirklæðir fyrr, men teir vóru fúsir at royna tey. Og teir hildu, at tey vóru veldig.
Sostatt hevur Livar fingið Mariu Klein í Klaksvík at binda allari bátsmanningini føroysk undirklæðir.
- Tað fara teir ikki at angra. Føroysk undirklæðir prika eitt sindur, men tað er frægari enn at siga kaldur og tey eru sera góð at halda varmanum í. Tey følast ikki køld, men halda varmanum, hóast tey verða vát. Fáa vit ein skvamp, verða vit sjálvandi kaldir, men í føroyskum undirklæðum hitnar tú skjótt aftur.
Og tað er vist, at teir fáa brúk fyri onkrum at halda hitanum við, tí tað er kalt á leiðini, teir skulu rógva.
- Vit rógva tvørtur yvir har Titanic sigldi á eitt ísfjall og sakk náttina millum 14.-15. apríl í 1912. Hóast vit rógva ein mánað seinni, er sjógvurin framvegis rættiliga kaldur av teimum køldu streymunum norðaneftir. Livar sigur, at tað ber ikki til at rógva í termodrakt, tí tað verður ov tungt og strævið.
- So tey føroysku undirklæðini fara at roynast okkum hent, ivast hann ikki í.
Umframt føroysk undirklæðir, hava teir eisini vatntøtt, men lætt klæðir at verja seg sum frægast ímóti at fáa karm, skuldu teir fingið sjaskveður.
Familjan stuðlar
Livar hevur konu og fýra døtur úr 20 niður í fimm ár.
Men hann sigur, at tey stuðla honum í at fara og eru spent upp á ferðina.
Kanska eru tey eisini eitt sindur nervøs, tí hendan ferðin er so nógv longri enn ferðin, hann var á í Suðuratlantshavi í fjør.
Hann sigur, at ætlanin er at hava telefon við fylgissveinatelefon so at tað ber til at hava samband heim á allari ferðini.
Hendan lítla telefonin verður okkara einasta samband við umheimin á ferðini, tí internetsamband fáa vit ikki.
Manglar stuðlar
Tað er kostnaðarmikið at gera eina ferð, sum hesa. Tá ið Livar royndi at rógva um Suðuratlantshav, kostaði tað honum 150.000 krónur at sleppa í bátin, umframt ferðing og aðrar útreiðslur.
Hesuferð verður plássið á bátinum munandi bíligari, tí hann er biðin at koma við, men tað er framvegis sera dýrt at ferðast, umframt at aðrar útreiðslur eru eisini.
- Enn havi eg alt ov fáar stuðlar, so fyritøkur og vinnuvirki, sum hava hug at gerast partur av hesi søguligu hending, eru meiri enn vælkomin, sigur Livar Nysted.
Les eisini greinina. Livar úr Hvannasundi rógva tvørtur um Atlantshav í opnum báti og greinina: Ikki so farligt