Seta leiðara og 80-100 starvsfólk um nakrar vikur

Um nakrar vikur fer Tórshavnar Býráð at sóknast eftir leiðara og einum 80-100 starvsfólkum til Boðanesheimið, sum er nýggja ellis- og røktarheimið Yviri við Strond.

Tað sigur Halla Samuelsen, forkvinna í Sosialu nevnd hjá býráðnu.

Hon fegnast um, at meirilutin í býráðnum samtykti, at heimið verður hitað við sjóvarhita.

Hetta er slóðbrótandi orkuskipan, har ikki ein dropi av dálkandi olju verður nýttur til at hita heimið við.

Hon staðfestir, at tað hevur dýrkað ætlanin nógv.

- Men eg skilji ikki sjónarmiðið hjá minnilutanum í býráðnum, at fíggjarliga nyttan altíð skal ganga fram um náttúru- og umhvørvisatlit, sigur hon

- Hvussu oljuprísurin hættar sær komandi 15-20 árini er ringt at siga, og tí kann so væl vera, at skipanin lønar seg væl innaftur kortini.

- Sjóvarhitaskipanin er rein og umhvørvisvinarlig, og tað kann ikki gerast upp í pengum aleina.

- Vit hava ábyrgd fyri komandi ættlarliðum, og eg fegnist tí um, at meirilutin tók røttu avgerðina.

Halla Samuelsen sigur, at næsta stigið er at finna leiðara og eini 80-100 starvsfólk til Boðanesheimið.

- Henda tilgongd byrjar um nakrar vikur, tí nógv skal skipast og fyrireikast, áðrenn fyrstu búfólkini kunnu flyta inn í oktober, sigur hon.