Seta fuglaræðarar upp við Leynará

Sílaveiðifelagið setir í gjár og í dag upp snórar tvørtur um Leynará. Hetta er fyri at ræða fuglin burtur, so sílasmoltið fær frið. Menn frá Sílaveiðifelagnum tókust í gjár við at spenna snórar tvørtur um Leynará.

- Vit hava havt stórar trupulleikar við at fuglurin fer avstað við smoltinum, tá tað fer oman eftir ánni. Vit sleppa ikki at skjóta fuglin nú í lembingini, so nú royna vit hetta í samráð við bøndurnar, sigur Josias Jacobsen, formaður í Sílaveiðifelagnum.

Teir vóru sjey mans við Leynará í gjár og spentu 1800 metrar at tráði tvørtur um ánna, og í snórunum er bundið leyst plastikk, sum flákrar í lotinum.

- Hetta er fyrstu ferð at vit royna hetta, men vónandi heldur hetta fuglinum burtur, sigur Josias Jacobsen.

Hann sigur, at tað er ikki óvanligt, at tað sita upp í hundrað bakar oman eftir ánni, og steinarnir eru allir hvítir í fuglaskvetti.

- Vit hava tilsamans 2000 metrar av snøri, og ætlanin er at seta seinastu 200 metrarnar upp seinnapartin í dag, sigur Josias Jacobsen.

Nú er slætt, har, sum teir eru komnir til, og tí væntar formaðurin í Sílaveiðifelagnum, at tað verður skjótt at seta seinastu metrarnar upp.

Leynarvatn er eitt av best umtóktu sílastøðunum í landinum, og við hesum tiltakinum vónar Sílaveiðifelagið, at munandi meiri kemur undan, nú fuglurin væntandi ikki fær fatur á smoltinum.

At fiska síl er vælumtókt frítíðarítriv, og Sílaveiðifelagið hevur einar 300 limir.