Alla hesa øldina hava so gott sum allir føroyingar roynt hetta, at seta føtur undir egið borð, hóast tað sá svart út, fyri ikki at siga vónleyst. Ofta vóru tey frárátt av teimum nærmastu til at gera hesa vitleysu gerð. Tíðirnar kundi altíð broytast til tað vónleysa. Og hesi bæði ungu, sum skuldu taka hetta ódnartakið, høvdu tey víst nakað serligt vinnufísni? Var teirra inntøka nakað at reypa av? Nýttu tey ikki mest frítíðina til fjant og fjas? Og teirra sparsemi sást lítið til.
Men ikki veit eg, tey allar flestu húsini komu upp. Tey bardu seg gjøgnum tey fyrstu truplu árini. Parið búnaðist og mentist til gleði og gagns fyri tey og alt samfelagið.
Um nú okkara par ikki hevði hætta sær undir hetta ódnartakið, kundu tey verið heppin at finna eina íbúð, sum tey kundu búð í í fleiri ár, alt lívið mundi vera sera sjáldsamt. Tey nógvu noyddust av og á at flyta í aðra íbúð.
Ein og hvør mynd tú brúkar og samanberingar kunnu misskiljast ella yvirtolkast. Hetta skal als ikki skiljast sum, at eg seti niður á tey, sum ikki fóru undir at byggja hús. Vit hava ikki øll somu valmøguleikar, sjúka og annað mangt kann gera tann stóra munin.
Men lat okkum ímynda okkum tað skikkiliga parið, sum lurtaðu eftir ivanum í ráðunum hjá foreldrunum. Tey fóru ongantíð undir at grunda fyri húsum. Ikki tóku tey nøkur óráð fyri, men munnu tey vera eydnusamari enn hini fyri tí?
Tá ið tú hevur tosað við fólk, koma tey altíð inná, tá ið tey bygdu, tey minnast merkiliga væl alt aftur, og tú sleppur næstan ikki frá teimum aftur. Ikki minst varnast tú, hvussu henda hending hevur bundið alla familjuna saman, mann, konu og børn.
Upp í gjøgnum tíðina og um allan heim síggja vit hetta: at tað einstaka menniskja, felagskapir og tjóðir hava tað best, tá ið tey hava nakað at arbeiða fyri, ja vantrívast um tey ikki hava tað. Hetta er grundfest í okkara náttúru. Tí var sagt við óvitan, um hann gekk fyri einki. Farið so heldur og spæli okkurt.
Vanliga siga vit, at tjóðskaparkenslan sprætt aftan á Napoleons kríggini, men hon er nógv eldri enn sum so. Hon er so gomul sum menniskja. Hugsa bara um Bíbliuna, er hon ikki sjálv grundin undir henni. Allar ættarbólkarnar í Afriku, Ameriku og ikki minst USA við sínum túsund andlitum.
Eins náttúrligt tað er fyri ta einstaka menniskja, at tað hugsar um seg sjálvan, er tað, at tað hugsar um sína egnu tjóð. Og eftir førimuni vil gera sítt til, at hon mennist.
At tjóðin sjálv kann ráða fyri borgum, er sjálvur grundarsteinurin, ið øll verja um.
Steinbjørn B. Jacobsen
13.10.